Barnaverndarstovan

Kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum

16. oktober 2025

Hóskvøldið 23. oktober kl. 19  verður kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum í viðbreknum støðum. Á kafékvøldinum fara vit saman at hyggja eftir videofyrilesturin um mentalisering og rørslu. Vit fara at umrøða fyrilesturin, og vit bjóða ein góðan drekkamunn.

Í stuttum snýr videofyrilesturin seg um um tær avbjóðingar, sum ung í útsettum støðum kunnu hava viðvíkjandi almennum tilboðum um rørslu, spæl og ítrótt. Eisini fært tú vitan um tey sosialpedagogisku amboðini, sum kunnu brúkast í ítrótti og spæli.

Undirvísarar: Morten Fisker Lauersen (cand.ling.merc), Anne-Gry Højgaard Olesen (sálarfrøðingur) og Janne Østergaard Hagelquist (sálarfrøðingur).

Kafékvøldið verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn.

Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi mánadagin 20. oktober klokkan 12.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo