Barnaverndarstovan
Barnahúsið limur í evropeiska netverkinum
25. september 2025

Føroyska Barnahúsið er vorðið limur í evropeiska barnahúsnetverkinum, hvørs endamál er at stuðla undir standardpraksis fyri at geva skjóta atgongd til rættvísi og umsorgan til børn, sum eru ella kunnu hava verið offur og/ella vitni til harðskap. Visiónin er eitt Evropa, har øll børn hava rætt til at verða vard móti harðskapi. Bæði likamligum, kynsligum og kensluligum.
Í netverkinum samstarva vit um alskyns evni og stuðla hvør øðrum í millum annað at betra praksis við:
- atgongd til venjing, mentorskipanir og praktisk amboð, m.a. viðvíkjandi terapi.
- deila førleikar og læring og hjálpa við at evna eina europeiska barnahús-rørslu við atgongd til breitt netverk um útveksling og sínámillum læring.