Dato fyri kafékvøld fyri fosturforeldur fram til summar

Dagfesting:
21. februar 2024
Tíðspunkt:
19:00

Barnaverndarstovan skipar regluliga fyri kafékvøldum fyri fosturforeldur. Hetta er høvi hjá tykkum at hittast og fáa íblástur og dagførda vitan um tað at vera fosturforeldur. Harumframt er hetta høvi hjá tykkum at hitta onnur fosturforeldur, sum er ógvuliga gevandi, tí hvør skilur teg betur ein onnur í somu støðu?

Vit syrgja fyri at hava áhugaverdar fyrilestrarhaldarar bæði føroyskar og útlendskar. Í heitinum “kafékvøld” liggur eisini óhátíðarligur stemningur og ein góður drekkamunnur.

Kafékvøldini eru í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, og eru klokkan 19-21. Vit lýsa altíð í góðari tíð 😉

Setið X í kalendaran hesar dagar: 21. februar, 20. mars, 17. apríl og 15. mai.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo