Tiltøk

Barnaverndarstovan
21. februar 2024
19:00
Dato fyri kafékvøld fyri fosturforeldur fram til summar
Barnaverndarstovan skipar regluliga fyri kafékvøldum fyri fosturforeldur. Hetta er høvi hjá tykkum at hittast og fáa íblástur og dagførda vitan um tað at vera fosturforeldur. Harumframt er hetta høvi hjá tykkum at hitta onnur fosturforeldur, sum er ógvuliga gevandi, tí hvør skilur teg betur ein onnur í somu støðu? Vit syrgja fyri at hava áhugaverdar fyrilestrarhaldarar bæði føroyskar og útlendskar. Í heitinum “kafékvøld” liggur eisini óhátíðarligur stemningur og ein góður drekkamunnur. Kafékvøldini eru í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, og eru klokkan 19-21. Vit lýsa altíð í góðari tíð 😉 Setið X í kalendaran hesar dagar: 21. februar, 20. mars, 17. apríl og 15. mai.
Barnaverndarstovan
21. februar 2024
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð
Mikukvøldið 21. februar klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.   Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu leita til. Hesi skíggjaráð taka støði í gransking. Í fyrilestrinum verður til dømis komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla (mál)menning og uppmerksemi? Hvussu verjir mann børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari, herundir harðskapi og porno? Hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu? Og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú gott innlit í hetta sera samansetta økið.   Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.   Fyrilesturin er ókeypis, og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum.   Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 16. februar klokkan 12.
Barnaverndarstovan
14. desember 2023
19:00
Jólaborðhald fyri fosturforeldur
Árliga jólaborðhaldið fyri fosturforeldur verður hóskvøldið 14. desember á Panorama á Hotel Hafnia. Fosturforeldur melda til í seinasta lagi 1. desember á bvs@bvs.fo.
Barnaverndarstovan
18. oktober 2023
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Kynstrið at hjálpa er annað enn at stýra
Mikukvøldið 18. oktober klokkan 19 kemur Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og fyrilestrarhaldari, at hava fyrilestur á kafekvøldi fyri fosturforeldur. Um fyrilesturin sigur hon: “Vit kunnu møta børnum, sum trupult er at hjálpa, og vit kunnu møta samstarvsfeløgum, sum eru ringir at samstarva við. Í máttloysi kunnu við koma at hugsa, at “vit hava roynt alt, og einki riggar”. Men vit kunnu ikki hava roynt alt. Uttan mun til hvussu fast læst støðan er, so eru fleiri hættir at velja ímillum. Á kafékvøldinum verður greitt frá um tað at skifta sjónarhorn sum framferðarhátt og um teir óteljandi stýrandi, fylgjandi og vegleiðandi framferðarhættirnir. Tá vit brúka stýrandi framferðarhættir, halda vit, at vit kunnu motivera onnur. Stýrandi hættir snúgva seg um at taka stýringina í støðum, har onnur ikki sjálv kunnu taka hana. Kynstrið er at skilja ímillum ráa og hjálpsama stýring. Tá vit brúka fylgjandi framferðarhættir, bíða vit eftir teknum upp á motivatiónina hjá øðrum, áðrenn vit gera nakað. Fylgjandi framferðarhættir snúgva seg um at vaksa um rásarúmið við at svara teirra stigum. Aftur er kynstrið at síggja mun millum ráa og hjálpsama stýring. Tá vit brúka vegleiðandi framferðarhættir, taka vit støði í, at menniskjað longu er motiverað. Vegleiðandi framferðarhættir leggja seg eftir at kveikja motivatiónina hjá øðrum, so tey kunnu liva meiningarfult og sjálvstøðugt. Eisini her er kynstrið at skilja millum ráa og hjálpsama vegleiðing.” Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, í Havn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 13. oktober klokkan 12.
Barnaverndarstovan
21. juni 2023
19:00
ÚTSETT! Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð
Mikukvøldið 21. juni klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.