Barnaverndarstovan
Fólkatingslimir vitja Barnaverndarstovuna
16. september 2021
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/Billeder/Tidindi/5.jpg&width=800&height=500)
Fólkatingslimir vóru á gátt í gjár í Kommunuhúsinum fyri at hoyra um børn í útsettum støðum. Limirnir eru á vikulangari ferð fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti. Oddbjørg Balle, leiðari og sálarfrøðingum á Barnaverndarstovuni, greiddi frá virksemi og hagtølum á økinum. Anna Dam, sum er løgfrøðiligur ráðgevi, lýsti føroyska lógarverkið. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunuhúsinum greiddi frá kommunala bygnaðinum og millumkommunalu samstarvsøkjunum á barnaverndarøkinum. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga og høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar.