Kafékvøld fyri fosturforeldur: Kynstrið at hjálpa er annað enn at stýra

Dagfesting:
18. oktober 2023
Tíðspunkt:
19:00

Mikukvøldið 18. oktober klokkan 19 kemur Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og fyrilestrarhaldari, at hava fyrilestur á kafekvøldi fyri fosturforeldur.

Um fyrilesturin sigur hon: “Vit kunnu møta børnum, sum trupult er at hjálpa, og vit kunnu møta samstarvsfeløgum, sum eru ringir at samstarva við. Í máttloysi kunnu við koma at hugsa, at “vit hava roynt alt, og einki riggar”. Men vit kunnu ikki hava roynt alt. Uttan mun til hvussu fast læst støðan er, so eru fleiri hættir at velja ímillum.

Á kafékvøldinum verður greitt frá um tað at skifta sjónarhorn sum framferðarhátt og um teir óteljandi stýrandi, fylgjandi og vegleiðandi framferðarhættirnir.

Tá vit brúka stýrandi framferðarhættir, halda vit, at vit kunnu motivera onnur. Stýrandi hættir snúgva seg um at taka stýringina í støðum, har onnur ikki sjálv kunnu taka hana. Kynstrið er at skilja ímillum ráa og hjálpsama stýring.

Tá vit brúka fylgjandi framferðarhættir, bíða vit eftir teknum upp á motivatiónina hjá øðrum, áðrenn vit gera nakað. Fylgjandi framferðarhættir snúgva seg um at vaksa um rásarúmið við at svara teirra stigum. Aftur er kynstrið at síggja mun millum ráa og hjálpsama stýring.

Tá vit brúka vegleiðandi framferðarhættir, taka vit støði í, at menniskjað longu er motiverað.

Vegleiðandi framferðarhættir leggja seg eftir at kveikja motivatiónina hjá øðrum, so tey kunnu liva meiningarfult og sjálvstøðugt. Eisini her er kynstrið at skilja millum ráa og hjálpsama vegleiðing.”

Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, í Havn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 13. oktober klokkan 12.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo