Kafékvøld fyri fosturforeldur: Kynstrið at hjálpa er annað enn at stýra

Dagfesting:
18. oktober 2023
Tíðspunkt:
19:00
Stað:
R. C. Effersøesgøta 30, kjallarin

Mikukvøldið 18. oktober klokkan 19 kemur Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og fyrilestrarhaldari, at hava fyrilestur á kafekvøldi fyri fosturforeldur.

Um fyrilesturin sigur hon: “Vit kunnu møta børnum, sum trupult er at hjálpa, og vit kunnu møta samstarvsfeløgum, sum eru ringir at samstarva við. Í máttloysi kunnu við koma at hugsa, at “vit hava roynt alt, og einki riggar”. Men vit kunnu ikki hava roynt alt. Uttan mun til hvussu fast læst støðan er, so eru fleiri hættir at velja ímillum.

Á kafékvøldinum verður greitt frá um tað at skifta sjónarhorn sum framferðarhátt og um teir óteljandi stýrandi, fylgjandi og vegleiðandi framferðarhættirnir.

Tá vit brúka stýrandi framferðarhættir, halda vit, at vit kunnu motivera onnur. Stýrandi hættir snúgva seg um at taka stýringina í støðum, har onnur ikki sjálv kunnu taka hana. Kynstrið er at skilja ímillum ráa og hjálpsama stýring.

Tá vit brúka fylgjandi framferðarhættir, bíða vit eftir teknum upp á motivatiónina hjá øðrum, áðrenn vit gera nakað. Fylgjandi framferðarhættir snúgva seg um at vaksa um rásarúmið við at svara teirra stigum. Aftur er kynstrið at síggja mun millum ráa og hjálpsama stýring.

Tá vit brúka vegleiðandi framferðarhættir, taka vit støði í, at menniskjað longu er motiverað.

Vegleiðandi framferðarhættir leggja seg eftir at kveikja motivatiónina hjá øðrum, so tey kunnu liva meiningarfult og sjálvstøðugt. Eisini her er kynstrið at skilja millum ráa og hjálpsama vegleiðing.”

Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, í Havn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 13. oktober klokkan 12.

Komandi tiltøk

Barnaverndarstovan
05. mars 2026
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Miðlavanar hjá børnum og ungum
Hóskvøldið 5. mars klokkan 19 verður kafékvøld, har SSP og løgreglan greiða frá, hvørjum pallum børn og ung ferðast á, um hvat gongur fyri seg á ymisku pallunum. Og hví hendan verðin upptekur børnini. Víst verður á fyrimunir og vansar við nýtsluni, og hvat brønini sjálv uppliva. Hvørji má og rák sær løgreglan, og hvussu kunnu foreldur og vaksin hjálpa børnum og ungum? Sum altíð verður høvi hjá fosturforeldrum at umrøða evnið - og sum altíð bjóða vit ein góðan drekkamunn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi 27. februar.  Kafékvøldið verður í R.C.Effersøesgøtu 30. kjallaranum.
Barnaverndarstovan
29. januar 2026
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Spæl hjá børnum og vilt spæl
Hóskvøldið 29. januar kl. 19 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har vit fáa innlit í, hví spæl hevur týdning fyri trivnað og menning hjá børnum. Um hvat spæl er, hví børn spæla minni í dag enn fyrr, og hvørjar neiligar avleiðingar hetta kann hava fyri børn. Eisini hoyra vit, hvussu vit kunnu stuðla undir spæl, og hvussu tú kanst hjálpa børnum við sálarløsti við at spæla vill spøl. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo seinast 23. januar!
Barnaverndarstovan
23. oktober 2025
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum
Hóskvøldið 23. oktober kl. 19  verður kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering og rørslu við ungum í viðbreknum støðum. Á kafékvøldinum fara vit saman at hyggja eftir videofyrilesturin um mentalisering og rørslu. Vit fara at umrøða fyrilesturin, og vit bjóða ein góðan drekkamunn. Í stuttum snýr videofyrilesturin seg um um tær avbjóðingar, sum ung í útsettum støðum kunnu hava viðvíkjandi almennum tilboðum um rørslu, spæl og ítrótt. Eisini fært tú vitan um tey sosialpedagogisku amboðini, sum kunnu brúkast í ítrótti og spæli. Undirvísarar: Morten Fisker Lauersen (cand.ling.merc), Anne-Gry Højgaard Olesen (sálarfrøðingur) og Janne Østergaard Hagelquist (sálarfrøðingur). Kafékvøldið verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi mánadagin 20. oktober klokkan 12.  
Barnaverndarstovan
30. januar 2025
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur 30. januar
Hóskvøldið 30. januar verður kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering – og um ókeypis videoskeið um mentalisering. Í stuttum er mentalisering ein hentur ella kveikjandi háttur at skilja okkum sjálv og onnur. Øll brúka vit mentalisering tilvitað ella ótilvitað í okkara sambandi við onnur. Tað snýr seg um at vera varug/ur við egnar tankar og kenslur umframt at skilja sjónarhorn, ætlanir (intentiónir) og kenslur hjá øðrum. Við mentalisering menna vit evni okkara at skapa djúpari og meiningarfullari sambond við tey rundan um okkum. Les meira um mentalisering.  Á kafékvøldinum fara vit saman at hyggja eftir videoskeiðnum, “Mentalisering i samarbejde med anbragte børns forældre”. Vit fara at umrøða filmin, og vit bjóða ein góðan drekkamunn. Kafékvøldið er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi hósdagin 23. januar klokkan 12.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo