STARVSLÝSING: Brennur tú fyri at veita fosturforeldrum dygdargóða tænastu?
26. september 2025
Barnaverndarstova Føroya søkir eftir einum starvsfólki, sum í høvuðsheitum fer at arbeiða við fosturforeldrum. Uppgávurnar hjá fosturforeldraskipanini eru millum annað at góðkenna og hava eftirlitsvitjanir hjá fosturfamiljum kring alt landið umframt at ráðgeva, vegleiða og undirvísa fosturforeldrum í leiklutinum sum fosturforeldur.
Arbeiðstíðin er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men í sambandi við skeið og tiltøk fyri fosturforeldur koma skeivar arbeiðstíðir fyri. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi. Talan er um ein lítlan stovn, og tí er umráðandi, at tú tolir, at broytingar verða í arbeiðsuppgávunum.
Sum starvsfólk á Barnaverndarstovu Føroya verður tú partur av einum toymi við sosialráðgeva, sálarfrøðingi og løgfrøðingi, sum hava sum høvuðsuppgávu at ráðgeva barnaverndartænastunum í Føroyum umframt at umsita Barnahúsið og Fosturforeldraskipanina.
Førleikakrøv
Tú hevur miðallanga útbúgving so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving fyri starvið. Talan er um eitt krevjandi sjálvstøðugt starv, har tú hevur góðar relatiónsførleikar og dugir væl við fólki. Ein fyrimunur er, at tú hevur royndir innan fyrisiting, serliga barnavernd.
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt, spennandi og fakliga avbjóðandi starv, har møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning, og har uppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Neyðugt er at hava bil og koyrikort til persónbil.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Upplýsingar
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Oddbjørg Balle, leiðara í Barnaverndarstovuni, á tlf. 225696.
Umsókn
Tú søkir við at senda umsókn til Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2025 klokkan 12.00.
-------------------------------------------------------------------------------------------------
Barnaverndarstova Føroya er felagskommunalur stovnur stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í landinum og at umsita Barnahúsið og Fosturforeldraskipanina. Barnaverndarstovan fær til vega hagtøl og skipar fyri menning og gransking á barnaverndarøkinum.
Barnaverndarstovan er partur av Kommunuhúsinum í R.C. Effersøesgøtu 26, 100 Tórshavn