Barnaverndarstovan

Loksins er sálarligur harðskapur ásannaður at vera skaðiligur og revsiverdur

05. mai 2025

Sálarligur harðskapur gevur ikki børnunum blá merki, men arrini á sálini eru minst líka ring. Hetta slagið av harðskapi kann til dømis vera hóttanir, eyðmýkjan, áhaldandi skeld, niðrandi eyknevni, at vera syndabukkur fyri lítið og einki ella at vera vitni til harðskap millum foreldur.
 
Barnaverndarstovan er ógvuliga nøgd við, at sálarligur harðskapur endiliga er viðurkendur sum verandi skaðiligur og tískil revsiverdur í føroyskum lógarverki. Vit hava í fleiri ár víst á týdningin av hesum týðandi feti móti at viðurkenna sálarligan harðskap sum álvarsliga og revisverda handling, sum krevur løgfrøðiligt uppmerksemi og verju. Vit vita, at sálarligur harðskapur er serstakliga álvarsamur og kann hava drúgva og enntá varandi avleiðingar fyri børn og ung.
 
Hetta kann sigast at verða bakkað upp av spildurnýggjari føroyskari gransking fyri Almannamálaráðið, sum vísir, at harðskapur kann hava álvarslig langtíðarárin, serliga tá hann fer fram í barnaárum. Kanningin er grundað á svar frá 1.068 vaksnum føroyingum og varpar ljós á, hvussu útbreiddur likamligur, kynsligur og kensluligur harðskapur er millum vaksin í Føroyum. Í niðurstøðuni stendur, at úrslitini vísa á stóra tørvin á málrættaðum átøkum og stuðulsskipanum fyri at basa og fyribyrgja harðskapi og fylgjum av harðskapi í Føroyum.
 
Sálarligur harðskapur varð gjørdur revsiverdur í Danmark 1. apríl 2019. Hetta var eitt týðandi fet til at síðustilla sálarligan harðskap við likamligan. Harvið bar til hjá barnahúsum at skráseta, um illgruni ella vitan var um sálarligan harðskap framdur á barnið.
 
Í Årsstatistik om de danske børnehuse 2023 (s. 10) verður víst á, at meðan luturin av endaðum barnahúsmálum við illgruna ella vitan um likamligan harðskap og kynsligan ágang er á umleið sama stigi seinastu árini, er luturin av barnahúsmálum við illgruna ella vitan um sálarligan harðskap áhaldandi vaksin úr 24 % í 2022 til 28 % í 2023. Víðari verður víst á, at í donskum barnahúsmálum, har illgruni ella vitan er um sálarligan harðskap, er ofta eisini illgruni ella vitan um likamligan harðskap. Bert í 4 % av tilgongdunum, er einans illgruni ella vitan um, at barnið hevur verið fyri sálarligum harðskapi.
 
Vit skulu tí ikki vera blind fyri, at lógin einsamøll ikki røkkur til at verja børn og ung fyri sálarligurm harðskapi. Harnæst kemur, at sálarligur harðskapur kann vera torførur at prógva í rættarmálum samanborið við likamligan.
 
Børn og ung eru viðbrekin fyri sálarligum harðskapi, tí tey vita ofta ikki, at tað er skeivt ella revsivert, umframt at tey kunnu ræðast at leita eftir hjálp. Tí er umráðandi, at tey verða kunnað um síni rættindi, og at fakpersónar í skúlum, dagstovnum og heilsuverki hava neyðuga vitan til at eyðmerkja og reagera upp á sálarligan harðskap.
 
Í sínum virki sum samskipari av Barnahúsinum, hevur Barnaverndarstovan drúgvar royndir at veita børnum, sum hava verið fyri harðskapi og kynsligum ágangi, kreppuhjálp. Vit fegnast mikið um nýggju ásetingina í revsilógini, sum viðurkennir álvarsligu avleiðingarnar av sálarligum harðskapi. Tað er væl hugsandi, at lógarbroytingin fer at hava við sær, at lutfalsliga fleiri børn verða, sum fáa rætt til viðgerð fyri sín skaða av sálarliga harðskapinum.
 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo