Barnaverndarstovan
Norðurlendsk ráðstevna um vansorgan og harðskap móti børnum
22. mai 2025

Dagarnar 25.-28. mai tekur Barnaverndarstovan lut á regluligu norðurlendsku ráðstevnuni um harðskap móti børnum og vansorgan, sum í ár verður Keypmannahavn. Ráðstevnan er viðkomandi fyri fakfólk, sum í sínum yrki arbeiða við børnum ella ungum, sum hava verið fyri harðskapi og vansorgan. Málið er at skapa eitt livandi forum fyri vitanardeiling og netverki, har luttakararnir kunnu taka lut í kjaki og avbjóðingum og møguleikum viðvíkjandi mótstøðuføri og sálarløsti.
Yvirskipaða evnið hesa ferð er “Mótstøðuføri og sálarløstir – ábyrgd og vón”. Hesa ferð snýr tað seg um uppsporing, interventiónir og avbjóðingar fyri børn og ung við traumatiskum upplivingum í Norðurlondum. Evnið er skipað í fýra undirevni:
1. Treystleiki
Dentur á nýggjastu gransking og praksis fyri treystleika (resiliens), herundir hvussu professionell kunnu arbeiða við treystisfremjandi prosessum fyri børn og ung í viðbreknum støðum.
2. Sálarløstisbakgrund og –úttrykk
Hetta snýr seg um gransking og praksis viðvíkjandi fyribyrging, uppsporing og interventión fyri børn og ung, sum hava verið fyri ymiskum sálarløstum, so sum likamligum og sálarligum harðskapi, kynsligari misnýtslu ella samfelagsligum sálarløsti sum avleiðing av til dømis kríggi ella pandemi.
3. Røddin hjá børnum og ungum
Hetta evnið leggur seg eftir at styrka børn og ung í viðbreknum støðum sum virknir luttakarar í egnum lívi. Framløgurnar fevna um møguleikarnar og avmarkingarnar hjá børnunum fyri at deila sínar upplivingar - og um involveringina og fatanina av barnsins sjónarhorni hjá tí professionella.
4. Barnahús – samstarv tvørtur um fleiri partar
Um gransking og praksis viðvíkjandi ymisku innsatsunum og um samstarvið millum geirar um børn og ung, sum hava verið fyri harðskapi og/ella kynsligari misnýtslu. Við støði í barnahúsfrymlunum í Norðurlondum fara vit at kanna praksis fyri meting, viðgerð og fyribyrging av barnamisnýtslu og vansorgan.