Barnaverndarstovan
Vaktarskifti í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin
05. januar 2024
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/Billeder/Tidindi/Vaktarskifti-BVT-Skalafjoerdin-klipt.jpg&width=800&height=500)
Í dag var móttøka í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin í sambandi við at Katrin Dam, sosialráðgevi, er byrjað í starvi sum leiðari í Barnaverndartænastuni. Samstundis takkaði leiðarin higartil, Jenny Petersen, fyri seg.
Á myndini síggjast frá vinstru Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, Katrin Dam, nýggjur leiðari, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jenny Petersen, fráfarandi leiðari og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.